Deyvafelag Føroya
Útgivið
17. maj 2022
Útgongur
22. maj 2022
Staður
Íslandsvegur 10 , 100-Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
deaf@deaf.fo

Lýsing

Um Deyvafelag Føroya
Deyvafelag Føroya er eitt áhugafelag,  hevur til endamáls at savna deyv í Føroyum, umframt at varpa ljós á og arbeiða fyri, at deyv fólk í Føroyum hava somu rættindi sum hoyrandi.

Starvið
Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert og avbjóðandi starv, har  arbeiðir sjálvstøðugt. Uppgávurnar eru at veita ráð og vegleiðing til limir felagsins eftir ynski og tørvi, og at vera hjásiti á fundum. At upplýsa og vegleiða um deyv og viðurskifti viðvíkjandi deyvum, og  skalt hava samband og samskifti vegna limirnar.

Vit ynskja hesar førleikar:

  • Vitan og kunnleika til sosiala øki
  • Kunnleiki til deyvaøki og teknmál er ein alstórur fyrimunur
  • Góð samskiftisevni
  •  skalt halda - og duga at handfara tagnarskyldu

Løn/setanartreytir
Starvið er normerað til 12 tímar um vikuna. Starvsetanin er frá 1. mai 2022 ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum fíggjamálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Christinu Johannessen á tlf. 215324 ella á telduposti: deaf@deaf.fo

Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til Deyvafelagið umvegis teldupost: deaf@deaf.fo. Viðmerk “umsókn” á teldupostin.

Umsóknarfreistin er 22. mai 2022 kl. 24:00. 

Heimasíðu felagsins: www.deaf.fo

Líknandi størv

11. februar 2026
Hálvtíðarstarv sum sølufólk   Faroe Islands nýtt
11. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið