Lýsing
Ert tú djóralækni við áhuga fyri laksaaling? Vit hava eitt spennandi starv sum djóralækni, har tú fert at hava ein týðandi leiklut í at mynda áhaldandi menningina av fiskaheilsuøkinum á Bakkafrost.
Um QESH deildina
Sum djóralækni hjá Bakkafrost fært tú ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag. Starvið er staðsett í QESH deildini, ið hevur ábyrgd fyri stýring og ráðgeving innan:
- Fiskaheilsu,fiskavælferð & lívfrøði
- Góðsku& matvørutrygd
- Umhvørvi
- Starvsfólkatrygd
QESH deildin arbeiðir í øllum samtakinum. Starvsfelagar í deildini eru millum annað djóralæknar, lívfrøðingar, umhvørvisserfrøðingar, góðskuleiðarar og løgfrøðingur. Bakkafrost hevur deildir í Danmark, USA og Skotlandi og harvið fært tú eisini starvsfelagar í QESH deildum í hesum londum.
Starvið
Sum djóralækni fert tú at hava ábyrgd av at fylgja heilsustøðuni hjá laksinum, fyribyrgja sjúku og áhaldandi menna viðurskifti viðvíkjandi fiskaheilsu- og vælferð.
Uppgávurnar í starvinum fevna millum annað um at:
- Fremjaheilsueftirlit og tryggja djóravælferð
- Arbeiðavið smittufyribyrging
- Greinaog ráðgeva í samtakinum
- Luttakaí menning og verkætlanum innan fiskaheilsu- og vælferð
QESH deildin samstarvar við allar deildir í Bakkafrost samtakinum og miðar eftir at veita holla ráðgeving og dygdarloysnir til allar partar í samtakinum
Starvsstaðurin er á Glyvrum, men tú fert at vera nógv úti á økjunum hjá Bakkafrost, ið eru kring alt landið.
Tín vangamynd
- Túert løggildur djóralækni ella fiskaheilsulívfrøðingur
- Túbrennur fyri djóravælferð
- Sumpersónur ert tú væl skipað/ur, virkisfús/ur og ábyrgdarfull/ur. Tú hevur góð samstarvsevni og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
- Taðer eitt krav, at tú hevur koyrikort.
Vit bjóða
Hjá Bakkafrost raðfesta vit eitt gott arbeiðsumhvørvi og starvsfólkatrivnað. Í starvinum er góður møguleiki fyri fakligari og persónligari menning. Tú fært góða upplæring frá starvsfelagum í veterinera og lívfrøðiliga toyminum, sum altíð eru klár at hjálpa og ráðgeva, um tørvur er á tí.
Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Annu Johansen, QESH stjóra á tel. 23 50 20, ella við telduposti til anjo@bakkafrost.com.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er tann 8. desembur 2024. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.