Lýsing
Vit sóknast eftir einum djóralækna ella fiskaheilsukandidati til okkara smoltstøð.
Uppgávur
Høvuðsuppgávurnar eru at trygga góða fiskaheilsu og høga vatngóðsku. Herundir eisini at kanna orsøk til felli og broytingar í vatngóðsku og handfaring av fiski annars.
Aðrar uppgávur eru:
- Atvirka fyri smittufyribyrging í dagliga arbeiðinum
- Atmenna og viðlíkahalda góðskuskipanina, umframt góðskutryggja framleiðsluna
- Atmiðla úrslit frá egnum kanningum saman við nýggjari vitan til starvsfólk
- Atsamskifta við almennar myndugleikar
- Atluttaka í arbeiðnum við góðkenningum, skoðanum og øðrum
- Royndartøka,skráseting, og uppfylging av úrslitum frá ymiskum kanningum í sambandi við t.d. viðgerðir, heilsu eftirlit, koppseting o.a.
Viðkomandi kemur eisini at netverka við onnur starvsfólk í samtakinum í øðrum londum.
Førleikar
Tú skalt vera djóralækni ella fiskaheilsukandidatur. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við fiski.
Vit bjóða
Mowi er partur av Mowi ASA í Norra, sum er heimsins størsti alari, og harvið fært tú eitt altjóða arbeiðsumhvørvi við starvsfeløgum kring allan heim. Mowi er eitt spennandi arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum, ið leggur dent á trivnað og eggjar til persónliga menning.
Starvið
Talan er um fulltíðarstarv, og starvstaðurin er á smoltstøðini á Hellunum. Lønin verður ásett eftir avtalu.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leif av Reyni, leiðara, á telefon 791097
Umsóknir skulu sendast til starv.faroes@mowi.com, og freistin at søkja er 25. august 2024.—
Mowi er heimsins størsta alifelag við virksemi um allan heim. Framleiðslan hjá Mowi í Føro um er áleið 10.000 tons av alilaksi um árið. Felagið hevur eina smoltstøð á Hellunum umframt 3 aliøki á sjónum – ávikavist í Oyndarfirði, Haldórsvík og á andi. Kryvjivirkið er á Strondum. Umleið 80 fólk starvast hjá Mowi í Føroyum.