Lýsing
Djóralækni ella fiskaheilsukandidatur til Veterinerdeildina á Heilsufrøðiligu starvsstovuni
Vit søkja eftir tveimum starvsfólkum til fast starv at seta skjótast til ber ella eftir avtalu.
Arbeiðsuppgávur
- Fyrisiting, eftirlit og málsviðgerð eftir galdandi lóggávu viðvíkjandi:
- Djóravælferð
- Sjúkufyribyrgjandi rakstri í alivinnuni
- Sjúkuyvirvøku og sýnistøku
- Innflutningi og útflutningi av livandi djórum
- Áhaldandi arbeiði við at menna innanhýsis arbeiðsgongdir
- Luttøka í vaktarskipanum bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð
Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast við tíðini
Krøv til útbúgving og aðrar viðkomandi førleikar
- Djóralækni ella fiskaheilsukandidatur (útbúgvingin skal vera frá norðurlendskum fróðskaparsetri ella javnmettari útbúgving)
- Dugir væl at samskifta á føroyskum ella á øðrum nærskildum norðurlendskum máli í skrift og talu
- Dugir at samskifta á enskum í skrift og talu
- Góðan telduførleika, fyrimunur er at hava royndir við journalskipanum, Microsoft Office og Power BI
- Koyrikort til bil
Tú trívist væl við skiftandi arbeiðsuppgávum og arbeiðsmongd. Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Tú hevur áræði, er úrslitssøkin og hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, bæði í skrift og talu. Fyrisitingarligar starvsroyndir og møguligar starvsroyndir við arbeiði í aling eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt spennandi starv, sum fakliga fevnir breitt og hevur stóran samfelagsligan týdning. Tú gerst partur av einari deild við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum. Møguleikar eru fyri førleikamenning.
Lønar og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsóknir til starvið skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti til hfs@hfs.fo.
Viðheft grundgivna umsókn, lívsrensl, avrit av prógvi, viðmæli og minst eina tilvísing.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 29. juli 2022. Umsóknir verða viðgjørdar í viku 31, tá eisini møguligar samrøður verða.
Meira fæst at vita við at venda sær til Sarah Vallin, embætisdjóralækna og deildarleiðara, tlf. 55 64 00 ella t-post til hfs@hfs.fo.
Um stovnin
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur matvøru-, djórasjúku- og alilógina. Høvuðsuppgávurnar hjá Veterinerdeildini eru at tryggja góða fiskaheilsu og fiskavælferð. Á Veterinerdeildini eru 9 starvsfólk d.d.