Útgivið
8. april 2022
Útgongur
1. maj 2022
Vitjandi
4

Lýsing

Skriva út

Djóralækni ella fiskaheilsukandidatur til Veterinerdeildina á Heilsufrøðiligu starvsstovuni

Vit søkja eftir tveimum starvsfólkum til fast starv at seta skjótast til ber ella eftir avtalu.

Arbeiðsuppgávur

  • Fyrisiting, eftirlit og málsviðgerð eftir galdandi lóggávu viðvíkjandi:
    • Djóravælferð
    • Sjúkufyribyrgjandi rakstri í alivinnuni
    • Sjúkuyvirvøku og sýnistøku
    • Innflutningi og útflutningi av livandi djórum
  • Áhaldandi arbeiði við at menna innanhýsis arbeiðsgongdir
  • Luttøka í vaktarskipanum bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð

Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast við tíðini

Krøv til útbúgving og aðrar viðkomandi førleikar

  • Djóralækni ella fiskaheilsukandidatur (útbúgvingin skal vera frá norðurlendskum fróðskaparsetri ella javnmettari útbúgving). Lesandi til djóralækna ella fiskaheilsukandidat, sum eru um at verða liðug, eru eisini vælkomin at søkja
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum ella á øðrum nærskildum norðurlendskum máli í skrift og talu
  • Dugir at samskifta á enskum í skrift og talu
  • Góðan telduførleika, fyrimunur er at hava royndir við journalskipanum, Microsoft Office og Power BI
  • Koyrikort til bil

Tú trívist væl við skiftandi arbeiðsuppgávum og arbeiðsmongd. Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Tú hevur áræði, er úrslitssøkin og hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, bæði í skrift og talu. Fyrisitingarligar starvsroyndir og møguligar starvsroyndir við arbeiði í aling eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt spennandi starv, sum fakliga fevnir breitt og hevur stóran samfelagsligan týdning. Tú gerst partur av einari deild við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum. Møguleikar eru fyri førleikamenning.

Lønar og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsóknir til starvið skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti til hfs@hfs.fo.

Viðheft grundgivna umsókn, lívsrensl, avrit av prógvi, viðmæli og minst eina tilvísing.

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin hin 1. mai 2022.

Meira fæst at vita við at venda sær til Sarah Vallin, embætisdjóralækna og deildarleiðara, tlf. 55 64 00.

Um stovnin
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar-, djóralækna- og alilógina og rekur kanningarstovu í hesum sambandi. Høvuðsuppgávurnar hjá Veterinerdeildini í løtuni eru at tryggja góða fiskaheilsu og fiskavælferð og sjúkufyribyrging. Á Veterinerdeildini eru 9 starvsfólk d.d.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið