Lýsing
Dámar tær at arbeiða við børnum? 😊
Vit leita í løtuni eftir starvsfólki sum brennir fyri at arbeiða við børnum.
Um stovnin
Alvalon er ein stovnur, ið liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi. Vit skipa karmarnar so at børn og vaksin trívast, hava tað stuttligt og mennast. Á stovninum ganga 106 børn í aldrinum 0-7 ár. Stovnurin hevur tríggjar vøggustovur, tvær barnagarðsstovur við børnum úr 3 ár til 4 ár, eina 5 ára stovu og ein elstabólk. Tað arbeiða 15 námsfrøðingar, 21 hjálparfólk, 1 skrivstovufólk og 1 køksfólk á stovninum. Vit arbeiða í felag um at menna stovnin og raðfesta námsfrøðiliga dygd, tí er tíð til fyrireiking og eftirmeting ein partur av arbeiðnum. Somuleiðis hava vit pedagogfundir har vit arbeiða við ymiskum evnum. Vit hava fleiri motorik vegleiðarar og eru í gongd við at skipa onnur toymi eisini, m.a. kreativt og náttúrutoymi. Hetta gera vit fyri at børnini skulu hava fjølbroyttar møguleikar, at luttaka í ymiskum mennandi og spennandi virksemi.
Um størvini
Vit hava tørv á námsfrøðingum, sum kunnu taka sær av ymiskum námsfrøðiligum uppgávum á stovninum. Størvini eru 25- 30 t um vikuna ella í samráð við stovnin.
Um eingin námsfrøðingur søkir kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Væntanir
Væntað verður at tú hevur góð samstarvsevni, er nærverandi og saman við hinum starvsfólkunum, skipar ein mennandi og góðan dag fyri børnini. Somuleiðis, at tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja menningarmøguleikar.
Vit kunnu bjóða tær:
- eitt spennandi arbeiðspláss
- at verða við í einum dugnaligum starvsfólkahópi
- eitt umhvørvi, har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti
- at verða luttakandi í einum stovni í menning
Sí heimasíðu okkara www.alvalon.fo
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til birita@sorvag.fo seinast 29.11.21.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Biritu Arge leiðara, tlf 233240.