Lýsing
Dámar tær barnamóta?
Dámar tær barnamóta 🙂 ert tú smílandi og dámar at veita eina góða tænastu? So vilja vit fegin bjóða tær eitt lærupláss í Name It
Sms.
Vit bjóða eitt lærupláss í einum handli, sum hevur nógv at gera. Nýggj vøra kemur hvørja viku, og handilin verður javnan dagførdur og pyntaður, so hann er innbjóðandi fyri okkara kundum. Vit hava nógvar góðar kundar, sum vit ynskja at hjúkla um. Tí kundarøkt er ein stórur partur av arbeiðinum.
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Hevur tú spurningar ring til Hannu, eigara á tlf. +298 792223.
Støkk inn á gólvið við einari umsókn ella send hana til Starv@skalkur.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði