VERT
Útgivið
22. august 2025
Útgongur
4. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv

Lýsing

Droymir tú um eina spennandi yrkisleið innan ferðavinnu, brennur tú fyri at skapa persónligar kundaupplivingar, og ert tú ágrýtin eftir at læra – so ert tú júst tann, vit leita eftir til okkara toymi.

Um starvið
Vit sóknast eftir einum skrivstovulærlingi at gerast partur av okkara kundatænastu.

Hjá okkum ganga tænastugleði og faklig menning hond í hond, og sum partur av okkara toymi fært tú møguleika at vaksa við uppgávunum. Vit leggja stóran dent á, at tú fært góða innleiðslu og vegleiðing, og at tú mennist fakliga og persónliga gjøgnum alla lærutíðina.

Tú kemur at starvast í einum altjóða umhvørvi, har tú dagliga kemur at samskifta við gestir, eigarar og samstarvsfelagar úr øllum heiminum og avgreiða fjølbroyttar fyrispurningar.

Arbeiðsuppgávurnar fevna eisini um at skráseta nýggjar ognir, gera mánaðarligar uppgerðir og uppsøkjandi sølu.

Arbeiðsumhvørvið er merkt av opinleika og hjálpsemi, og vit leggja stóran dent á samstarv, fakligan vøkstur og trivnað.


Vit leita eftir tær, sum hevur vilja og forvitni at læra – og sum brennur fyri at veita framúr tænastu.

Tú hevur góðar sosialar førleikar og dugur væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum og enskum, og ert ikki bangin fyri at samskifta við fólk úr ymiskum mentanum.

Tú skilur týdningin av at skapa eina serstaka og minnisríka uppliving fyri hvønn einstakan gest.

Til tíðir kann arbeiðstrýstið vera høgt, og tú fert at sita við fleiri uppgávum samstundis – men við einum róligum sinnalagi, tænastuhuga og skipaðum arbeiðslagi lærir tú at raðfesta og handfara støðuna við tryggleika.

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðar starv á okkara skrivstovu á Hjalla 7B í Hoyvík og arbeitt verður í skiftandi tíðum. Arbeiðstíðirnar verða lagdar við atliti at bæði tørvi og trivnaði, so tú fært ein fjølbroyttan og væl skipaðan arbeiðsdag.

Lærutíðin skiftir ímillum arbeiði í kundatænastuni og skúlagongd á Glasi. Lærutíðin er treytað av tí útbúgving, tú hevur frammanundan, og er millum 2 og 3 ár. Heitið á útbúgvingini er skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Samverk og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsókn og freist
Um læruplássið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum á rita@vert.fo.

Freistin at søkja læruplássið er 4. september 2025.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ritu Heradóttir, leiðara fyri kundatænastu og fyrisiting á tel. 205054 ella rita@vert.fo.

Um Vert
Vert umsitur yvir 200 summarhús og íbúðir kring Føroyar og tók ímóti áleið 15.000 gestum í 2024.

Vit eru ein leiðandi aktørur á summarhús- og gistingarmarknaðinum í Føroyum, við sterkum vakstrarprofili og spennandi framtíðarætlanum. Vit trúgva uppá opinleika í samstarvi, nýhugsandi loysnir og álítandi tænastu.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið