Mowi
Útgivið
17. september 2024
Útgongur
30. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sum alari á Sandsvág gerst tú partur av einum toymi av alarum, ið tryggjar at alibrúkið til eina og hvørja tíð, er klárt at ala dygdargóðan laks. Tað hevur stóran týðning, at fiskavælferðin altíð er í hásæti.

Uppgávur
Týðningarmesta uppgávan er at røkta laksin, og verða við frá útsetan til tøku. Endamáli er at tryggja góða fiskavælferð, og verður hettar gjørt við at halda alibrúk, tað eru ringar, nótir o.a. í so góðum standi sum gjørligt.

Førleikar
Sum starvsfelagi ert tú røsk/raskur, tú dugir at skipa dagliga arbeiðið og dámar at samstarva í smærri toymum. Eisini ynskja vit, at tú leggur dent á at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú starvast.

Vit vænta, at tú hevur hegni til røkt og framleiðslu av laksi, so tú hevur royndir við teimum amboðum, sum verða nýtt á einum aliøki, so sum bátar, kranar o.a.

Starvið
Starvsstaðurin er á Sandi, og arbeiðstíðin er vanliga frá 8-16. Til tíðir eru skeivar arbeiðstíðir og langir arbeiðsdagar. Vit vænta tí, at tú ert fleksibul viðvíkjandi arbeiðstíð.

Lønin verður ásett eftir avtalu.

Vilt tú vita meira, so set teg í samband við Jógvan Egholm, aliformannin, á telefon 791061 ella send ein teldupost til jogvan.egholm@mowi.com.

Umsóknir skulu sendast til starv.faroes@mowi.com, og freistin at søkja er 30.09.2024.


Mowi er heimsins størsta alifelag við virksemi um allan heim. Framleiðslan hjá Mowi í Føroyum er áleið 10.000 tons av alilaksi um árið. Felagið hevur eina smoltstøð á Hellunum umframt 3 aliøki á sjónum – ávikavist í Oyndarfirði, Haldórsvík og á Sandi. Kryvjivirkið er á Strondum. Umleið 80 fólk starvast hjá Mowi í Føroyum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið