Lýsing
Seatravel leitar eftir skiparum til ferðafólkatúrar við bátinum Sjórok(Quicksilver 755) úr Sørvági.
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, har ið tú møtir nógvum fólki úr øllum heiminum.
Tú verður partur av einum toymi hjá øðrum skiparum.
At duga væl at samskifta er ein fyrimunur og nøkur fiskimið koma væl við.
Vit leggja dent á at geva ferðafólkunum ógloymandi upplivingar.
Talan er um smáar ferðafólkabólkar, ið vilja uppliva ta føroysku náttúruna frá sjónum.
Talan er um parttíðarstarv, serliga í summar, nú ferðafólkini vitja.
Krøv til viðkomandi er:
- dugnaskaparroynd í sigling,
- galdandi heilsuprógv fyri sjófólk, uttan avmarkingar,
- galdandi trygdarskeið fyri sjófólk, smb. STCW kap. A-VI/1, grein 2 um Basic Training, undantikin evnini í grein 2, nr. 1-2 og 1-4, og
- galdandi prógv sum radiopassari í GMDSS samsvarandi radioútgerðini umborð.
Løn
Hýran er sambært avtalu.
Hevur hetta tín áhuga, so skriva til seatravel@seatravel.fo ella ring til Regin W. Dalsgaard, stjóra, á tlf. 596061 ella Elias Davidsen, skipara, á tlf. 286878