Lýsing
Dugnaligt roknskaparfólk til eitt av Føroya størstu arbeiðsplássum

Tú hevur nú møguleika at gerast ein av okkum. Fíggjardeildin á Landssjúkrahúsinum sóknast eftir dugnaligum starvsfólki við áhuga og skili fyri bókhaldi til setan 01.05.2022 í eitt fulltíðarstarv.
Heldur tú at vanligar bókhaldsuppgávur, umframt nýhugsan/talgilding av mannagongdum og arbeiðslagi er spennandi, so ert tú tann vit sóknast eftir. Vit eru eitt toymi, sum arbeiða við debitor- og kreditor bókhaldi, har avstamman er ein grundarsteinur undir bókhaldnum.
Vit eru ein partur av samlaðu fyrisitingini á Landssjúkrahúsinum, so her fært tú nógv fólk rundan um teg í gerandisdegnum og spennandi innlit í Sjúkrahúsverkið. Tú fert at fáa eina rúgvu av samskifti út í organisatiónina, og tí skalt tú vera tænastusinnað/ur og duga væl at tosa við fólk, samstundis sum tú hevur góðan røkjuskap í dagliga arbeiðinum.
Landssjúkrahúsið er eitt hitt størsta arbeiðsplássið í landinum og er í støðugari menning. Viðkomandi, sum settur verður, skal vera til reiðar at virka í einum starvi við fjøltáttaðum uppgávum og kemur at hava samband við dugnaligar starvsfelagar í gerandisdegnum.
Høvuðsuppgávur
- Bókhaldsarbeiði
- Kreditoravstemman
- Debitorrøkt
- Annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði
Dentur verður lagdur á
- Viðkomandi útbúgving, so sum Professionsbachelor í almennari fyrisiting ella skrivstovuútbúgving
- Hollar royndir innan bókhald
- Forvitin av lyndi í mun til tøl
- Evni til at raðfesta og ráðleggja arbeiðið
- Góðan telduførleika innan m.a. excel
- At tú tekur ábyrgd og kann arbeiða sjálvstøðugt
- Góð samstarvsevni og tænastuhug
- Góðan røkjuskap
- Kunnleika til Búskaparskipan Landsins kann verða ein fyrimunur
Vit kunnu bjóða
- Fjølbroytt og mennandi starv
- Eitt fjølbroytt og jaligt arbeiðsumhvørvi
- Eitt áhugavert og spennandi arbeiðsøki
- Góðar starvsfelagar
- Upplæring og felags innleiðslu
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Setanarøkið er Landssjúkrahúsið og tænastan er í løtuni Fíggjardeildin, Fyrisitingin.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Inga Mittún, Fíggjar- og KT-deildarstjóra, tlf. 211800 ella t-post im@ls.fo.
Umsóknarfreistin tann 19.04.2022.
Upprunaprógv fyri útbúgvingina skulu havast við til eina møguliga samrøðu.
Vinarliga søk starvið her.
Á heimasíðu okkara, www.ls.fo, kann ein lesa um okkara visjón, missjón og strategimál, undir leinkinum "Um okkum."
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.