Útgivið
3. august 2022
Útgongur
2. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Duty Free handilin á flogvøllinum søkir goymslufólk at byrja skjótast gjørligt.Sum starvsfólk í Duty Free eru arbeiðsuppgávurnar nógvar og fjølbroyttar, og tín høvuðsuppgáva verður at taka tær av goymsluni, sum er knýtt at handli okkara.

Vit vænta, at tú ert røkin og gongur høgt uppí at hava yvirlit og yvirhøvur at halda gott skil á goymsluni. Harafturat ert tú ágrýtin og klár/ur at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur.

Um starvið
Talan er um fulltíðarstarv við starvsstaði í Vága Floghavn. Arbeiðstíðirnar eru lagaðar til flogferðsluna, og arbeitt verður allar dagar í vikuni. Løn sambært avtalu.

Umsókn
Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Jonny Müller á tlf. 225523 ella við telduposti á starv@dutyfreefae.fo.

Umsókn við lívsrensli (CV) og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til starv@dutyfreefae.fo í seinasta lagi 17. august 2022 kl. 12.

GG: Ein treyt fyri at arbeiða í Vága Floghavn er, at tú hevur reina revsiváttan.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið