HOTEL FØROYAR
Útgivið
25. januar 2023
Útgongur
10. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hotel Føroyar leitar eftir einum tænastusinnaðum duty manager. Tveir duty managers starvast á Hotel Føroyum, og hava teir felags ábyrgd av dagligu gongdini í móttøkuni. Talan er um eitt fulltíðarstarv, har arbeitt verður í vaktum mitt í viku umframt annaðhvørt vikuskifti.

Hotel Føroyar er størsta hotellið í Føroyum við 200 kømurum, 10 fundarhølum og einum vælveruøki.

Um starvið
Tín høvuðsuppgáva verður at geva gestum okkara eina framúr góða gistingaruppliving.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um:

  • At stuðla og læra starvsfólk í móttøkuni upp
  • At gera arbeiðsskema
  • At røkja móttøkuhandilin
  • At stýra fíggjarætlanunum
  • At avgreiða bíleggingar
  • At umsita okkara gávukortsskipan
  • Aðrar fyrisitingarligar uppgávur
  • At syrgja fyri, at tað er greitt samskifti millum starvsfólk í móttøkuni og starvsfólk á øðrum deildum

Um teg
Tú og ert tænastusinnað/ur. Tú ert ikki bangin fyri at taka ábyrgd, og vit vænta, at tú fert til verka við einum jaligum hugburði.

Harafturat vænta vit, at:

  • Tú ert álítandi
  • Tú megnar at fimla við fleiri bóltum í luftini í senn
  • Tú trívist í einum bráðskiftandi umhvørvi
  • Tú dugir sera væl at handfara ósemjur og trupulleikar
  • Tú tosar og skrivar enskt raðið

Tað er ein fyrimunur, um tú:

  • Hevur royndir í hotelvinnuni ella ferðavinnuni
  • Hevur royndir við bíleggingarskipanum (vit arbeiða við Spectra Systems)

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 10. februar 2023.

Starvsbyrjan er eftir avtalu.

Áhugaði eru vælkomin at senda eina umsókn til aleth@hotelforoyar.fo ​

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið