Dveylan
Útgivið
16. marts 2023
Útgongur
29. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Reingerðarfólk til dagarbeiði í Tórshavn

Lýsing:
Vegna økt virksemi sóknast Dveylan reingerð eftir dugnaligum vaskifólkum at arbeiða dagarbeiðir. Vaskiarbeiði kann hava sera liðiligar tíðir, fyri at taka hædd fyri øðrum ábyrgdum, tú møguliga hevur.

  • Arbeiði kann vera frá hálvatíð upp til fullatíð.
  • Arbeiði kann byrja kl 8, kl 9, kl 10.
  • Arbeiði kann vera tveir til fimm dagar um vikuna.

Vit søkja serstakliga eftir fólki, ið dáma at halda húsið reint og føla eina ábyrgd at hjálpa teimum eldru í samfelagnum – umframt øðrum.

Um tær dámar at hjálpa fólki, gera reint og at røra teg, so er Dveylan møguliga rætta arbeiðsplássi til tín.

Arbeiði kann gerast rættiliga fleksibult, so endiliga set teg í samband við okkum.

Um tú einans ynskir av avloysa, so vilja vit eisini fegin hoyra frá tær.

Um okkum
Dveylan reingerð veitir tænastur til privat hús. Uppgávurnar á dag liðunum er daglig reingerð.

Vit vænta at tú:

  • At tú gongur høgt upp í góðskuna og hevur eyga fyri reingerð.
  • At tú arbeiður við einari góðari ferð.
  • At tú ert stabil/ur við uppmøting.
  • Arbeiðir væl í toymi og sjálvstøðugt.
  • Hevur gott yvirblik.
  • Ert fyrikomandi og jalig/ur við kundarnar.
  • ert villig/ur at læra.
  • Ynskiligt at tú kanst koyra bil.

Umsókn
Hevur tú áhuga at arbeiða hjá okkum, so send okkum nøkur orð um teg sjálva/n og møguligar arbeiðsroyndir.

Meira fæst at vita við at ringja til Turið Heinesen, telefon 518221.

Umsóknir skulu sendast til bokhald@dveylan.fo viðmerk “umsókn – Starvslýsing Dagarbeiði Tórshavn”.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið