Útgivið
23. november 2021
Útgongur
5. december 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Dygdarmennari til dagstovnaøkið – longd umsóknarfreist

Søkt verður eftir Dygdarmennara til dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu til 1. januar 2022.
Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini ment eitt nýtt virksemi við dygdarmenning og góðskumeting á dagstovnaøkinum sum liður í at tryggja og menna námsfrøðiligu tænastuna.

Dygdarmennarin hevur ábyrgd av at arbeiða við dygdarmenning á dagstovnunum, ið virka eftir dagstovnalógini.

Starvsstaðið er á Barna- og ungdómsdeildini, men lutfalsliga stórur partur av arbeiðsuppgávunum eru úti á og saman við einstøku dagstovnunum.

Dygdarmenningararbeiðið byggir á eygleiðingar av námsfrøðiligu tænastuni, ið verða gjørdar eftir serstøkum leisti (KIDS) og í samskifti við stovn og leiðslu.

Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/dygdarmennari-til-dagstovnaokid-longd-umsoknarfreist/

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið