Lýsing
Søkt verður eftir:
Dygdarmennara til Heimatænastuna í VEKS.
Starvsbrøk 1,0 (ella eftir nærri avtalu).
VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti (integreraðari skipan), har ymisku tænastueindirnar skulu virka í samljóð hvør við aðra.
Í VEKS ynskja vit at veita somu tænastu til sama tørv. Vit ynskja at møta borgaranum, har hann er á lívsleið síni; at stimbra likamliga, sálarliga og sosialt, soleiðis at borgarin varðveitir eini góð og innihaldsrík ellisár í egnum heimi.
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar og persónligar avbjóðingar, har tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við m.a. stjórn, leiðslubólk og starvsfólk.
ARBEIÐSUPPGÁVUR:
- Gera, dagføra og íverkseta fakligar mannagongdir
- Gera, dagføra og íverkseta menning av tænastum
- Samskipa innleiðslu, bæði fakliga og í mun til m.a. talgildar journalskipanir
- Samskipa eitt lærandi umhvørvi fyri lesandi
FØRLEIKAKRØV:
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur. Kliniskar royndir og viðkomandi
eftirútbúgving eru ein fyrimunur - Evni at skapa eitt jaligt umhvørvi
- Síggja møguleikar í broytingum, til gagns fyri starvsfólk og einstaka borgaran.
- At samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi
- Góð samskiftisevni –bæði í skrift og talu
- KT- førleika á tørvandi støði
SETANARVIÐURSKIFTI:
Starvið hevur tilvísing til stjóran.
Starvið verður at seta pr. 1. januar 2024 ella eftir nærri avtalu; og verður lønt á stig 8 (smb. galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafalagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, (sum gekk út tann 31/12-2022).
UMSÓKN:
Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og viðmerkjast “ Dygdarmennari””.
Umsóknarfreistin er mánadagin tann 4. december 2023 kl. 12.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Niels A. Joensen, leiðara, tlf. 260552 ella við telduposti til nielsj@veks.fo