Lýsing
Dygdarmennari til Kliniska Stáp
Ert tú ein kveikjandi persónur, ið brennur fyri dygdar- og betranararbeiði og sjúklingatrygd innan heilsuøkið, er hetta júst starvið fyri teg.
Søkt verður eftir einum dygdarmennara til Sjúkrahúsverkið við staðsetan á Landssjúkrahúsinum til setan 01.03.2022 ella eftir avtalu.
Dygdarmennarin skal tryggja og menna dygdararbeiðið í Sjúkrahúsverkinum við at luttaka í og stuðla undir íverksetan, rótfesti og útbreiðslu av dygdarátøkum.
Viðkomandi skal eisini tryggja samanhang í dygdararbeiðinum og støðugt virka fyri eini lærandi organisatión. Sjúklingatrygd er ein sjálvsagdur táttur í dygdararbeiðinum og hongur neyvt saman við ymsu dygdarátøkunum.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- At arbeiða skipað við menningarmentan á øllum stigum
- At fasilitera, skipa og halda fast í prosessum, ið vera settar í verk
- At arbeiða skipað við menningarmentan í øllum Sjúkrahúsverkinum í samstarvi við allar leiðslurnar – á øllum leiðslustigum
- At útbúgva, stuðla og hjálpa leiðarum og starvsfólkum at halda menningarfundir og fremja skipaðar betranir og loysnir
- At menna amboð og háttalag til betranararbeiði
- At hava fokus á sjúklingatrygd
- At ganga á odda fyri at røkka visjónini um eitt sameint Sjúkrahúsverk, ið setir sjúklingatrygd í hásæti
- At virka fyri menning av einari mentan, sum byggir á dygd og sjúklingatrygd
- At stuðla undir verkseting av kliniskum leiðreglum á deildunum
- Í samráð við deplarnar at verkseta, gera dygdarátøk og skipað eftirlit av dygdini
- At arbeiða við uppfylging av dygdarúrslitum og at tillaga praksis
- At støðugt arbeiða fyri betranarátøkum við eitt nú støði í ótilætlaðum hendingum (ÓTH)
Haraftrat er ein týdningarmikil uppgáva hjá dygdarmennaranum at skapa neyðuga orku og ágrýtni fyri arbeiðinum við sjúklingatrygd.
Dentur verður lagdur á
- At tú hevur heilsufakliga bakgrund
- At tú hevur royndir og áhuga í at arbeiða við dygd og menning á heilsuøkinum
- At tú arbeiðir á ein skipaðan og greinandi hátt
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur eina viðkomandi master ella kandidat útbúgving
Persónligir eginleikar
- Tú hevur eitt kveikjandi lyndi og dugir væl at skapa relatiónir
- Tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevni og vil virka fyri góðum tvørfakligum samstarvi
- Tú kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymum og saman við leiðslu
- Tú tolir broytingar í starvsøki og arbeiðsuppgávum
- Tú hevur áhuga og hegni til at undirvísa og miðla vitan
Vit bjóða
- Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
- Upplæring og felags innleiðslu
- Eitt áhugavert og spennandi arbeiðsøki
- Eitt fjølbroytt og jaligt arbeiðsumhvørvi
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Maritu Andrasardóttir, leiðari á Kliniska stápi, t-post maran@ls.fo og á +298 281500.
Umsóknarfreistin er tann 21.02.2021.
Vinarliga søk starvið her.
Á heimasíðu okkara, www.ls.fo kann ein síggja okkar visjón, missión og strategimál undir leinkjuni "um okkum".
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.