Landssjúkrahúsið
Útgivið
15. februar 2023
Útgongur
6. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennir tú fyri dygdarmenning, og vilt tú vera við at menna psykiatriska økið, er hetta starvið júst nakað fyri teg.

Psykiatriski depilin sóknast eftir einum starvsfólki at arbeiða við dygdar- og betranararbeiði og sjúklingatrygd. Talan er um eitt fast fulltíðarstarv til setan 01.05.2023 ella eftir avtalu.

Dygdarmennarin skal vísa á neyðug átøk innan dygdararbeiði og hevur ábyrgd av teimum uppgávum, sum depilsleiðslan stingur út í kortið. Vit arbeiða við uppgávum í mun til organisatoriska, fakliga, og sjúklingaupplivda dygd.

Tú verður sett/ur sum stápsfunktión á Psykiatriska deplinum saman við tveimum øðrum dygdarmennarum og einum leiðslufulltrúa. Sum dygdarmennari ert tú partur av leiðslutoyminum á deplinum, har tín vitan og títt íkast fær ávirkan á psykiatriska økið. Starvið inniber tætt samstarv við bæði leiðarar og starvsfólk á deplinum.

Okkara visjón er samanhangandi røkt og viðgerð, og her eru hugtøkini rehabilitering og recovery týdningarmikil í tilgongdini. Vit arbeiða miðvíst við at menna økið við betranarháttinum Quality Improvement.

Sí lýsing her

Líknandi størv

6. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið