Útgivið
17. januar 2022
Útgongur
6. februar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Dygdarmennari til Psykiatriska depilin

Dygdarmennari til Psykiatriska depilin

Vit sóknast eftir einum starvsfólki at arbeiða við dygdar- og betranararbeiði og sjúklingatrygd á Psykiatriska deplinum. Talan er um eitt fast fulltíðarstarv til setan frá 01.04.2022 ella eftir nærri avtalu.Brennir tú fyri dygdarmenning, og vilt tú vera við at menna psykiatriska økið, er hetta starvið júst nakað fyri teg.

Dygdarmennarin skal vísa á neyðug átøk innan dygdararbeiði, og hevur ábyrgd av teimum uppgávum, sum depilsleiðslan stingur út í kortið. Vit arbeiða við uppgávum í mun til organisatoriska, fakliga, og sjúklingaupplivda dygd.

Tú verður partur av dygdartoyminum, ið er ein stápsfunktión hjá depilsleiðsluni á Psykiatriska deplinum, og her starvast frammanundan tveir aðrir dygdarmennarar. Sum dygdarmennari ert tú partur av leiðslutoyminum á deplinum, har tín vitan og títt íkast fær ávirkan á psykiatriska økið. Starvið inniber somuleiðis tætt samstarv við bæði leiðarar og starvsfólk á deplinum.

Okkara visjón er samanhangandi røkt og viðgerð, og her eru hugtøkini rehabilitering og recovery týdningarmikil í tilgongdini. Vit arbeiða miðvíst við at menna økið við betranarháttinum Quality Improvement.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • At leiða, menna og seta í verk dygdar- og betranararbeiðið
  • At luttaka í verkætlanum og leiða ávísar verkætlanir
  • At arbeiða við at savna, greina og meta um data í mun til betranarátøk
  • At arbeiða við sjúklingatrygd í víðastu merking

Hvør ert tú?

 hevur heilsufakliga bakgrund og hevur áhuga fyri og/ella royndir við dygdarmenning og psykiatri. Vit vilja fegin, at tú hevur eina viðkomandi master- ella kandidatútbúgving. Tú hevur hug og evnir at arbeiða sjálvstøðugt og megnar at seta ætlanir í verk. Tú brúkar tína fakligheit í samstarvinum við starvsfelagarnar, og tú reflekterar og greiðir frá tínum fakligu valum. Eisini hevur tú gott yvirlit og arbeiðir á ein skipaðan og greinandi hátt.  
Tú ert fyrikomandi, álitisvekjandi og fleksibul, tí at arbeiðsuppgávan fevnir breitt. Tú viðvirkar til eitt gott arbeiðsumhvørvi.  

Tú kennir teg aftur, tá vit siga, at:
Tú ert forvitin eftir at læra meira um dygdarmenning og psykiatri. Tú hevur eitt kveikjandi lyndi og dugir væl at skapa relatiónir. Tú hevur góð samstarvsevnir og møtir samstarvspørtum við áræði.  

Tú ert liðleikari. Sum dygdartoymi og leiðslutoymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum fyri best at náa málinum. Tað er umráðandi, at tú hevur virðing fyri øðrum starvsfeløgum og ert opin fyri íblásti frá øðrum og dugir at læra frá tær.

Hvørji eru vit?
Vit kunnu bjóða dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði, og sum kunnu geva tær góða innleiðslu. Vit hava regluligar toymisfundir í dygdartoyminum og í leiðslutoyminum, skipaða supervisjón og góðar møguleikar at mennast fakliga.
Summi hava arbeitt her í mong ár, summi eru komin seinni, men við felags stevi stremba vit eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum at koma til arbeiðis.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eydnu Iversen Lindenskov, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, depilsleiðara tlf. 214999 ella skriva til: eydna.lindenskov@ls.fo, og til Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækna, depilsleiðara, skriva til tormodur.stora@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 06.02.2022

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara, www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “um okkum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið