Lýsing
Vit sóknast eftir eftirlitsfólki at vera við til at tryggja føroyingum tryggar og støðugar elinnleggingar.
Starvið
Tú verður partur av einum toymi við fýra eftirlitsfólkum á innleggingardeildini hjá Sev, og har starvast 20 starvsfólk. Talan er um eina uppnormering á deildini, vegna økt virksemi. Deildin samstarvar tætt við elinnleggjarar kring alt landið, og saman við teimum hava eftirlitsfólk ábyrgd av at tryggja, at elinnleggingarnar eru gjørdar eftir røttum reglugerðum og fyriskipanum.
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
- eftirlit við nýggjum elinnleggingum
- skráseting av innleggingum kring alt landið
- viðgerð av umsóknum
- máting av spenningsgóðsku
- tekniska kundatænastu
Starvið ber við sær nógv samskifti við elinnleggjarar, og arbeiðsstaðurin er um alt landið, men tú hevur skrivstovu á Landavegi 92 í Tórshavn. Eftirlitið verður framt sambært løgtingslóg. Elnevndin útinnir eftirlitið vegna landsstýrisfólkið í vinnumálum, og hevur útveitt uppgávuna til SEV.
Tú
Vit vænta, at tú:
- hevur eltekniska útbúgving – í minsta lagi elinnleggjari
- viðkomandi royndir
- koyrikort til persónbil
Harumframt krevst holl vitan um krøvini til elinnleggingar og innleggingararbeiði. Vit vænta eisini, at tú hevur kunnleika til teldu á brúkarastøði og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir.
Tú dugir væl at samskifta og samstarva. Eisini er umráðandi, at tú ert væl skipað/ur í arbeiði tínum og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.Tað er serstakliga týdningarmikið, at tú veruliga hevur hug til at ogna tær nýggja vitan, tí sum eftirlitsfólk er umráðandi áhaldandi at ogna sær nýggjastu vitanina innan økið.
Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi. Sev bjóðar tær:
- upplæring í øllum viðkomandi skipanum í tøttum samstarvi við starvsfelagar
- fjøltáttaðan arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur hevur møguleika at skipa
- ávirkan á egið arbeiði
- fakliga menning
- viðkomandi skeið
Ynskið er, at nýggi starvsfelagi okkara er áhugað/ur í gevandi fakligum samstarvi og sparring og gevur sítt íkast til ein góðan trivna.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er flokkað sum serfrøðingur I, lønarflokkur 7, sambært sáttmála millum Starvsfelagið og KAF.
Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðuni Djurholm, leiðara á innleggingardeildini, á telefon 225516.
Umsóknarfreistin er 5. februar 2025.
Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: eftirlitsfólk.Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.