Lýsing
Arbeiðs- og brunaeftirlitið sóknast eftir einum jaligum, ágrýtnum og fakliga dugnaligum tekniskum generalisti til farloyvisstarv sum eftirlitsfólk komandi árið.
Um starvið
Sum eftirlitsfólk á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum gert tú bæði eftirlit við tínum ábyrgdarøki, umframt at tú ert partur av innanhýsis serfrøðini og málsavgreiðsluni á stovninum.
Talan er um eitt starv, har tú fært ein týðandi leiklut í at byggja upp førleikarnar hjá stovninum og harvið geva títt íkast til at betra um trygdina í føroyska samfelagnum.
Við starvinum fært tú góðar møguleikar fyri fakligari menning.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru í stóran mun tengdar at, hvørja útbúgving og førleikar, tann setti hevur. Í høvuðsheitum fevna uppgávurnar tó um:
- at hava myndugleikaeftirlit á økjum, har sum stovnurin hevur eftirlitsskyldu
- at luttaka í málsviðgerð á stovninum
- at luttaka í kanningararbeiði
- at luttaka í arbeiðinum at menna lógargrundarlag, vegleiðingar og kunning á virkisøkjunum hjá stovninum
- at luttaka í tvørgangandi innanhýsis verkætlanum
- at avgreiða og luttaka í øðrum neyðugum uppgávum á stovninum.
. . . Lesið meira á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum