Lýsing
Vit leita eftir einum røskum og fyrikomandi fólki til handilin í FK í miðbýnum. Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir í handli, men vit læra teg upp.
Vit vænta av tær, at tú ert røkin, fyrikomandi, álítandi og dugir væl at samskifta við kundan.
Tú verður partur av einum fjølbroyttum starvsfólkahópi, har vit stundum hava nógv at gera og hava nógvar trúgvar kundar.
Starvið er 30-40 tímar um vikuna, alt eftir avtalu, og vit ynskja, at tú byrjar í starvinum umleið 5. august 2024.
Lønin er sambært sáttmála hjá Samverk.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Áka Jespersen, deildarstjóra, tlf. 21 06 48.
Hevur hetta tín áhuga, so send okkum umsókn skjótast gjørligt, og í seinasta lagi hósdagin 1. august 2024 til aj@fk.fo ella við posti til: Føroya Keypssamtøka Dr. Jacobsensgøta 4 Postsmoga 349 FO – 110 Tórshavn Att: Áki Jespersen