FK Tórshavn
Útgivið
27. juni 2024
Útgongur
10. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum røskum og fyrikomandi fólki til handilin í FK í miðbýnum.

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir í handli, men vit læra teg upp. Vit vænta av tær at tú ert røkin, fyrikomandi, álítandi og dugir væl at samskifta við kundan.

Tú verður partur av einum fjølbroyttum starvsfólkahópi, har vit stundum hava nógv at gera og hava nógvar trúgvar kundar.

Starvið er 30-40 tímar um vikuna, alt eftir avtalu, og vit ynskja, at tú byrjar í starvinum umleið 1. august 2024.

Lønin er sambært sáttmála hjá Samverk.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Áka Jespersen, deildarstjóra, tlf. 21 06 48.

Hevur hetta tín áhuga, so send okkum umsókn skjótast gjørligt, og í seinasta lagi mikudagin 10. juli 2024 til aj@fk.fo ella við posti til:

Føroya Keypssamtøka
Dr. Jacobsensgøta 4
Postsmoga 349
FO – 110 Tórshavn
Att: Áki Jespersen

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið