Lýsing
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til B7 at byrja 01.06.2023 ella skjótast gjørligt eftir hetta. Talan er um tvey føst størv á brøki 0,8 í blandaðum vaktum.
B7 er partur av medisinska deplinum, og er høvuðssergreinin neurologi. Vit taka ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt sjúklingum innan aðrar medisinskar sergreinar.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini.
Ætlandi flyta vit í H-bygningin í ár, og tí verða væntandi broytingar í bæði organisering og arbeiðsplasering av lýstu størvunum.