Lýsing
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til B7 at byrja 01.08.2023 ella skjótast gjørligt. Talan er um tvey føst størv á brøki 0,8 í blandaðum vaktum. Møguleiki er fyri hægri brøki.
B7 er partur av Medisinska deplinum, og er høvuðssergreinin neurologi. Vit taka ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum sum m.a. Sklerosa, Parkinson, ALS og Epilepsi. Umframt sjúklingum innan aðrar medisinskar sergreinar.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini.
Ætlandi flyta vit í H-bygningin innan leingi, og tí verða væntandi broytingar í bæði organisering og arbeiðsplasering av lýstu størvunum. Ein partur av arbeiðsuppgávunum er eisini yvirflytingin í H-bygningin.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- Akut sjúkrarøkt til apoplekssjúklingar
- Sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini
- At útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina