Útgivið
18. juli 2022
Útgongur
17. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú vera við til at mynda og menna medisinska ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum?

Søkt verður eftir einum framfýsnum funktiónsleiðara, sum skal leiða medisinska ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum í einum leiðslutoymi saman við núverandi funktiónsleiðara. Leiðaranir í leiðslutoyminum eru javnsettir. Starvið sum funktiónsleiðari er á deildarleiðarastigi.

Talan er um fast starv á starvsbrøki 1,0 til setan 01.09.2022 ella eftir nærri avtalu.

Medisinski depilin er í støðugari menning og ambulatoriivirksemið veksur alsamt. Arbeitt verður miðvíst við at menna røktina og viðgerðirnar á medisinska økinum. Áherðsla verður løgd á at virka fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi, bæði fysiskt og sálarliga.

Vit hava tørv á vitan og íkasti, so vit í felag skapa eitt gott fakligt arbeiðsumhvørvi við góðum trivnaði.

Arbeiðsuppgávurnar í høvuðsheitum

  • Leiðsla og menning av medisinska økinum
  • Starvsfólkaleiðsla, sum stuðlar trivnaði og førleikamenning hjá starvsfólkunum
  • Starvsfólkasamrøður og starvsfólkasetanir
  • Skapa greiðar karmar og greitt samskifti um starvsfólkaviðurskifti og mannagondir
  • Fyrisitingarligar uppgávur, m.a. mánaðarlig skráseting og ábyrgd fyri arbeiðstíðarætlanum
  • Dagføring av virksemishagtølum, yvirlit og stýring av fíggjarætlan fyri medisinska ambulatoriið í tøttum samstarvi við depilsleiðsluna
  • Samskipa og leggja virksemið í ambulatoriinum til rættis, m.a. í mun til fundarvirksemi, samstarvsfundir og annað, soleiðis at tilfeingið verður gagnnýtt á bestan hátt
  • Samskipan av menningar- og betranarverkætlanum, og tryggja at viðgerð og røkt eru í tráð við gransking og nýggjastu vitan

Førleikar

  • Er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir, gjarna innan leiðslu í tí almenna
  • Áhuga fyri og royndir innan leiðslu og fyrisiting
  • Góð evni at leiða og áhuga í at menna seg á økinum
  • Eginleikar til og áhuga at samstarva interprofessionelt
  • Gott yvirlit og evni til at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis fyri at tryggja skynsama nýtslu av tilfeingi í mun til kjarnuuppgávuna
  • Ert við til at tryggja eitt opið og álitisfremjandi samband og samskifti millum leiðslu og starvsfólk og starvsfólkabólkarnir innanhýsis

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv, har tú fært ávirkan á menningina
  • Samstarv við aðrar leiðarar
  • Eitt arbeiðsumhvørvi
    • sum hevur eitt høgt yrkisføri sum eind
    • sum leggur dent á trivnað og menning
    • sum leggur dent á framhaldandi at menna innanhýsis tvørfakliga samstarvið
  • Møguleikar fyri førleikamenning

Um medisinska ambulatoriið
Medisinska ambulatoriið er vaksið sera nógv seinnu árini og fevnir um 14 ymisk serlæknaambulatorii. Umleið 35 sjúkrarøktarfrøðingar eru knýttir at ambulatoriinum. Hvønn dag vitja fleiri enn 200 sjúklingar medisinska ambulatoriið.

Partar av Medisinska deplinum flyta í næstum í nýggja H-bygningin og hetta kann vera orsøk til at viðkomandi, ið sett/ur verður, má tola broytingar í starvinum.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Starvið verður lønt sum deildarleiðari.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Gunnvá Guttesen, depilsleiðara á t-post gunnva.guttesen@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 20.08.2022.

Vinaliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Um okkum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Líknandi størv

9. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið