Lýsing
Vilt tú vera við til at mynda okkara nýggju medisinsku seingjardeild, sum verða staðsettar í nýggja H-bygninginum og í B-bygninginum?
Søkt verður eftir einum framfýsnum funktiónsleiðara at byrja á okkara núverandi seingjardeild B7. Aftaná flytingina í H-bygningin, verður bygnaðarbroyting framd, sum ger at Medisinski depilin hevur eina seingjardeild í H og B bygninginum. Tú verður partur av einum leiðslutoymi, saman við núverandi funktiónsleiðarum á B6 og B8. Leiðaranir í leiðslutoyminum eru javnsettir. Starvið sum funktiónsleiðari er á deildarleiðarastigi.
Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 1,0 til setan 01.11.2022 ella eftir nærri avtalu.
Í starvinum skal tú saman við funktiónsleiðarunum mynda nýggja leistin í funktiónsleiðslutoyminum.
Á B7 røkta og viðgera vit sjúklingum við neurologiskum og intern medisinskum sjúkum. Vit arbeiða í tøttum tvørfakligum samstarvi, har hvør fakbólkur virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika fyri at birta undir rehabilitering.
Á Medisinska deplinum verður arbeitt miðvíst við at menna røkt og viðgerð á medisinska økinum.
Áherðsla verður løgd á at virka fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi, bæði fysiskt og sálarliga.
Vit hava tørv á vitan og íkasti, so vit í felag skapa nýggju bygnaðarbroytingina við góðum fakligum arbeiðsumhvørvi og trivnaði.
Arbeiðsuppgávurnar í høvuðsheitum
- Leiðsla og menning av medisinska økinum
- Starvsfólkaleiðsla, stuðla trivnaði og førleikamenning hjá starvsfólkunum,
- Starvsfólkasamrøður og starvsfólkasetanir
- Skapa greiðar karmar og greitt samskifti um starvsfólkaviðurskifti og mannagondir
- Fyrisitingarligar uppgávur, m.a. mánaðarlig skráseting og ábyrgd fyri arbeiðstíðarætlanum
- Dagføring av virksemishagtølum og yvirlit og stýring av fíggjarætlan fyri medisinsku seingjardeildina í tøttum samstarvi við depilsleiðsluna
- At samskipa og leggja virksemið á deildini til rættis, m.a. í mun til fundarvirksemi, samstarvsfundir og annað, soleiðis at tilfeingið verður gagnnýtt á bestan hátt
- Samskipan av menningar- og betranarverkætlanum, og tryggja at viðgerð og røkt eru í tráð við gransking og nýggjastu vitan
Førleikar
- Útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur
- Viðkomandi arbeiðsroyndir, gjarna innan leiðslu í tí almenna
- Áhuga fyri og royndir innan leiðslu og fyrisiting
- Góð evni at leiða og áhuga í at menna seg á økinum
- Eginleikar til og áhuga at samstarva interprofessionelt
- Gott yvirlit og evni til at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis fyri at tryggja skynsama nýtslu av tilfeingi mun til kjarnuuppgávuna
- Fyrikomandi og álitisvekjandi atferð
- Er við til at tryggja eitt opið og álitisfremjandi samband og samskifti millum leiðslu og starvsfólk og starvsfólkabólkarnir innanhýsis
Vit bjóða
- Eitt spennandi starv, har tú fært ávirkan á menningina
- Samstarv við aðrar leiðarar
- Eitt arbeiðsumhvørvi:
- sum hevur eitt høgt yrkisføri sum eind
- sum leggur dent á trivnað og menning
- sum leggur dent á framhaldandi at menna innanhýsis tvørfakliga samstarvið í deildini
- Møguleikar fyri førleikamenning
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Gunnvá Guttesen, depilsleiðara, á t-post gunnva.guttesen@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 19.09.2022.
Vinarliga søk starvið her.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.