Lýsing
Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum læ rlingi, sum er ábyrgdarfullur og trívist at arbeiða saman við øðrum.
Útbúgving og royndir:
Fyrimunur er at tú:
• Hevur 1. skúlaskeið innan EL
• Dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum.
Persónligir eginleikar:
Vit vænta at tú:
• Brennir fyri el-fakinum
• Ert fyrikomandi, álítandi og ábyrgdarfullur.
• Ert ágrýtin, fleksibul og villigur at arbeiða yvir til tíðir.
• Hevur gott handalag.
Setanarviðurskifti:
Starvið sum elektrikaralærlingur verður lønt sambært avtalu við Havnar Handverkarafelag.
Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Arne Debess, tekniskur stjóri, tlf. 739501 ella skriva teldupost til arne@el.fo.
Umsókn
Skrivligar umsóknir skulu sendast til okkum á telduposti el@el.fo ella við posti til El.fo, Gamli Velbastaðvegur 1, 100 Tórshavn. Rætti umsøkjarin byrjar í elektrikaralæru skjótast til ber.