PFJ-EL Sp/f
Útgivið
7. marts 2026
Útgongur
27. marts 2026
Staður
Garðsvegur 5, 470 Eiði, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv
T-post
pfj@pfj.fo

Lýsing

Ert tú ágrýtin, hevur gott handalag og hevur hug at arbeiða innan el-fakið? So ert tú kanska tann, sum vit leita eftir.

PFJ-EL Sp/f arbeiðir við el-installatiónum innan sethús, bygningar, virkir og skip, og arbeiðið er um alt landið.

Vit eru eitt virki, sum leggur dent á gott handverk, álítandi arbeiði og gott samstarv í dagligdegnum.

Um læruplássið

Lærutíðin er vanliga 4 ár, men kann styttast, um tú hevur tikið SIT ella líknandi skúlaskeið.
Skúlagongdin er í Føroyum.

Førleikakrøv

Vit vænta at tú:

  • Ert ágrýtin, álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Ert skipað/ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Trívist at arbeiða saman við øðrum
  • Hevur gott handalag og áhuga fyri el-fakinum
  • Hevur koyrikort til persónbil (fyrimunur)
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur SIT ella líknandi

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi og fjølbroytt lærupláss
  • Góða og skipaða upplæring
  • Nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur
  • Góðar arbeiðsumstøður
  • Løn sambært avtalu

Umsókn

Skrivligar umsóknir við fylgiskjølum kunnu sendast í telduposti til pfj@pfj.fo-
Fá meiri at vita um starvið við at ringja á tlf. 423388.

Freisitin at søkja er 27. Mars.

Rætti umsøkjarin byrjar í elektrikaralæru skjótast til ber.

Líknandi størv

6. marts 2026
6. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið