Útgivið
21. april 2022
Útgongur
9. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Elektrikari til P.P. Faroe Pelagic

Lýst verður hervið eftir elektirkara til P.P. Faroe Pelagic í Kollafirði.

Arbeiðsøkið fevnir um:
Tann, ið settur verður kemur, saman við øðrum teknikarum á virkinum, at taka sær av øllum maskinaríðnum á virkinum. Hetta merkir m.a. viðlíkahald, um- og útbygging, o.s.fr.

Arbeiðstíðin:
Arbeitt verður í toymi á 3 fólk, og vaktirnar eru 12 tímar tá framleiðsla er, og 8 tímar tá eingin framleiðsla er, og annars eftir tørvi. Skift verður millum dag- og náttarvakt.


Útbúgving:
Tann, ið settur verður, skal helst verða útbúgvin elektrikari.

Fólk við øðrum tekniskum- ella maskinútbúgvingum, kunna eisini søkja.

Umráðandi er at tann, ið settur verður, dugir eitt sindur av hvørjum, innan elektriskt og tekniskt/maskinarbeiði.


Løn:
Løn sambært Havnar Handverkarafelag og avtalu.


Freist at søkja:
Miða verður ímóti at tann, ið settur verður, skal kunna byrja sum skjótast.

Um tú hevur spurningar so kanst tú ringja á +298 295881.

Umsóknir kunnu sendast til Finance@ppfaroe.fo í seinasta lagi 09. Mai 2022”

 

 

Líknandi størv

Kokkalærlingur til Hilton Garden Inn   Faroe Islands nýtt
12. februar 2026
12. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið