Landssjúkrahúsið
Útgivið
7. juni 2024
Útgongur
24. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tekniska deild á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum arbeiðssomum og vælskipaðum elektrikara. Talan er um eitt fast fulltíðarstarv, við starvsbyrjan 15. juni 2024 ella eftir avtlu.

Um starvið
Tekniska økið á Landssjúkrahúsinum er seinastu árini ment nógv, so talan er um eitt áhugavert og fjølbroytt starv.

Arbeiðsøkið hjá Teknisku deild er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahaldið av øllum bygningum, bygningslutum og tekniskum innleggingum, íroknað tekniskari útgerð og aðrari útgerð á Landssjúkrahúsinum.

Landsjúkrahúsið brúkar skipanirnar: CTS, Dalux og KNX.

Tekniska deild hevur eina vaktarskipanini á deildini, har starvsfólk hava tilkallivakt í eina viku, umleið 6. hvørja viku. Tilkallivaktin er í fyrstu syftu ikki partur av hesum starvinum sum elektrikari, men kann gerast partur av arbeiðinum eftir eina tíð. Tú má tí tola broytingar í starvi og starvsinnihaldi.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Viðlíkahald og umvæling av tekniskari útgerð
  • El-innleggingar og umvælingar
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði, sum er partur av arbeiðsøkinum hjá Teknisku deild

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum elektrikari
  • Góðan telduførleika

Vit vænta at tú:

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • Ert álítandi, fyrikomandi og røkin
  • Tolir broytingar í arbeiðinum og at tað til tíðir er nógv at gera

Vit bjóða:
Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú skalt trívast í einum gerandisdegi, har tú arbeiðir við nógvum ymiskum uppgávum, og fert at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum. Syrgt verður fyri, at tú fært neyðuga frálæru.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið ella Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sæbjørn B. Nielsen, tekniskan leiðara, telefon 234539, teldupost saebni@ls.fo ella Terja Hammer, varaleiðara, telefon 234743, teldupost terha@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 24. juni 2024.

Vinaliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Handilsfólk   Faroe Islands nýtt
5. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið