Lýsing
Tekniska deild í Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum arbeiðssomum og vælskipaðum elektrikara. Talan er um starv, har uppgávurnar krevja fakligan førleika og áhuga fyri økinum.
Um starvið
Arbeiðsøkið hjá Teknisku deild er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahaldið av øllum bygningum, bygningslutum og tekniskum innleggingum, íroknað tekniskari útgerð og aðrari útgerð á Landssjúkrahúsinum. Landsjúkrahúsið brúkar skipanirnar: CTS, M-DOC og KNX.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- Viðlíkahald og umvæling av tekniskari útgerð
- El-innleggingar og umvælingar
- Ymiskt fyrifallandi arbeiði, sum er partur av arbeiðsøkinum hjá Teknisku deild
Starvið er fulltíðarstarv, har ein eisini er partur av vaktarskipanini á deildini. Í vaktarskipanini hevur tú tilkallivakt í eina viku, umleið 8. hvørja viku.
Starvið er til setan 15.06.2022 ella eftir avtalu.
Førleikakrøv
- Útbúgving sum elektrikari
- Góðan telduførleika
Vit vænta at tú
- Kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
- Ert álítandi, fyrikomandi og røkin
- Tolir broytingar í arbeiðinum og at tað til tíðir er nógv at gera
Vit bjóða
- Felags innleiðslu og upplæring
- Ein fakligan mennandi gerandisdag, í einum fjølbroyttum og vinarligum arbeiðsumhvørvi
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sæbjørn B. Nielsen, tekniskan leiðara, á telefon 234539, ella á teldupost saebni@ls.fo
Umsóknarfreistin er 31.05.2022
Vinaliga søk starvið her