Landssjúkrahúsið
Útgivið
17. maj 2022
Útgongur
16. juni 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tekniska deild í Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum arbeiðssomum og vælskipaðum elektrikara. Talan er um starv, har uppgávurnar krevja fakligan førleika og áhuga fyri økinum.

Um starvið
Arbeiðsøkið hjá Teknisku deild er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahaldið av øllum bygningum, bygningslutum og tekniskum innleggingum, íroknað tekniskari útgerð og aðrari útgerð á Landssjúkrahúsinum. Landsjúkrahúsið brúkar skipanirnar: CTS, M-DOC og KNX.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Viðlíkahald og umvæling av tekniskari útgerð
  • El-innleggingar og umvælingar
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði, sum er partur av arbeiðsøkinum hjá Teknisku deild

Starvið er fulltíðarstarv, har ein eisini er partur av vaktarskipanini á deildini. Í vaktarskipanini hevur  tilkallivakt í eina viku, umleið 8. hvørja viku.

Starvið er til setan 15.06.2022 ella eftir avtalu.

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum elektrikari
  • Góðan telduførleika

Vit vænta at 

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
  • Ert álítandi, fyrikomandi og røkin
  • Tolir broytingar í arbeiðinum og at tað til tíðir er nógv at gera

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Ein fakligan mennandi gerandisdag, í einum fjølbroyttum og vinarligum arbeiðsumhvørvi

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sæbjørn B. Nielsen, tekniskan leiðara, á telefon 234539, ella á teldupost saebni@ls.fo

Umsóknarfreistin er 31.05.2022

Vinaliga søk starvið her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið