Landssjúkrahúsið
Útgivið
2. juni 2022
Útgongur
2. juli 2022
Staður
Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
6

Lýsing

Tænastudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum arbeiðssomum og vælskipaðum elektrikara til Teknisku deild. Talan er um starv, har uppgávurnar krevja fakligan førleika og áhuga fyri økinum. Starvið er eitt fulltíðarstarv, har ein eisini er partur av vaktarskipanini á deildini. Í vaktarskipanini hevur  tilkallivakt í eina viku, umleið 8. hvørja viku. Starvið er til setan 01.07.2022 ella eftir avtalu.

Um starvið
Arbeiðsøkið hjá Teknisku deild, er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahaldið av øllum bygningum, bygningslutum og tekniskum innleggingum, íroknað tekniskari útgerð og aðrari útgerð á Landssjúkrahúsinum. Landsjúkrahúsið brúkar skipanirnar: CTS, M-DOC og KNX.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Viðlíkahald og umvæling av tekniskari útgerð
  • El-innleggingar og umvælingar
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði, sum er partur av arbeiðsøkinum hjá Teknisku deild

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum elektrikari
  • Góðan telduførleika

Vit vænta at 

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
  • Ert álítandi, fyrikomandi og røkin
  • Tolir broytingar í arbeiðinum og at tað til tíðir er nógv at gera

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Ein fakligan mennandi gerandisdag, í einum fjølbroyttum og vinarligum arbeiðsumhvørvi

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sæbjørn B. Nielsen, tekniskur leiðari, á tlf. 234539 ella t-post saebni@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 30.06.2022.

Vinaliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst  lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Um okkum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur,  fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið