Lýsing
Vero Moda sóknast eftir einum sølulærlingi. Hevur tú áhugað fyri móta, sølu, kundatænastu og sosialum miðlum, so er tað tær vit leita eftir.
Vit leita eftir nýggjum lærlingi til Vero Moda.
Brennur tú fyri móta og droymir um at arbeiða í einum spennandi handli, har tú kanst menna teg fakliga og persónliga? Vit leita eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum lærlingi til okkara handil, sum hevur hug at læra alt um handilslívið og kvinnumóta!
Arbeiðsuppgávur
- Kundatænastu og persónliga ráðgeving
- Goymslustýring og uppfylling av vørum
- Innrætting av handlinum
- Fyrireiking og luttøka í átøkum og tiltøkum
- Skapa spennandi innihald til sosialar miðlar sum Instagram og Facebook
Tað vænta vit av tær
- At tú ert arbeiðssom/samur, álítandi og røkin
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- Dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn
- Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
Vit bjóða eitt sera spennandi, innihaldsríkt og mennandi lærupláss, við einum sterkum felagskapi og góðum arbeiðsumhvørvi.
Vit ynskja, at tú hevur eina miðnámsútbúgving. Skúlaskeiðini eru í Danmark, og tískil skal tað eisini vera møguligt at ferðast í lestrarørindum.
Meira fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Annu S. Steinberg á telefon +298 752102. Umsóknin skal sendast til starv@skalkur.fo.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin tann 14. februar 2025.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.