Lýsing
Endurlýsing eftir starvsfólki/handverkara til vega- og gartnaradeildina hjá Fuglafjarðar kommunu
Vegna økt virksemi, søkir Fuglafjarðar kommuna eftir tveimum starvsfólkum til vega- og gartnara-deildina, at byrja skjótast gjørligt. Talan er um tvey fulltíðar og fastlønt størv, harav annað starvið er varaformaður til vega- og gartnaradeildina.
Vegadeildin hoyrir undir teknisku deild, men er í tøttum samstarvi við aðrar deildir hjá kommununi.
Í okkara dagliga arbeiði, verður dentur lagdur á at menna trivnaðin við sterkum felagsskapi. Endamálið er at veita fleiri og betri tænastur til øll okkara viðskiftafólk í allari kommununi.
Starvslýsing
Starvsuppgávurnar eru nógvar og fjólbroyttar. Tú kemur at arbeiða í ymiskum toymum, ið hava ábyrgdina av:
- Kloakkering
- Vatnverkum og vatnveiting
- Røkt av vegakervinum
- Kavagrevstur og salting
- Røkt av gøtuljósum
- Skráseting
- Røkt og nýgerð av smærri verkætlanum
- Gravaratoymið
- Gartnaratoymið
- Ruskøkið
Førleikakrøv
- Góð evni at samstarva, røkin, væl skipaður, arbeiða sjálvstøðugt og er jalig/ur
- Royndir at koyra maskinur er ein fyrimunur. Frálæra verður givin
- Nærlagni, framfýsni og fyrikomandi
- Góðan tekniskan/tøkniligan sans
- Koyrikort
- Viðkomandi starvsroyndir
Setanar- og lønarviðurskifti
Størvini eru lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag.
Fleiri upplýsingar um størvini
Fleiri upplýsingar um støvini fáast við at venda sær til Mortan Joensen, formanni á vegadeildini, á telefon 238020, ella Pól Adrian Poulsen, tekniska leiðara, á telefon 238093.
Umsóknin skal sendast til
Skrivliga umsóknin, saman við prógvum, CV, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til:l:
Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður
ella við telduposti til:
Freistin at søkja størvini
Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinast lagi mánadagin 04. apríl 2022 kl. 12:00. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Hjá kommununi arbeiða umleið
120 starvsfólk, harav 12 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, í Støð 5 og Karvatoftir 6.
Umsitingin er skipað við leiðarum í ávíkavist einari tekniskari deild, mentanardeild, sosialu deild og fíggjardeild. Deildirnar vísa bygnaðarliga til kommunustjóran, ið hevur tilvísing til borgarstjóran, sum hevur tilvísing til býráðið, ið telur 9 limir.
Tekniska deild er skipað við einari vega- og gartnaradeild. Húsavørðar, sløkkiliðið og Fuglafjarðar havn hoyra bygnaðarliga eisini til teknisku deild.