Lýsing
Endurlýsing - Ágrýtin KT-skipanarumsitari til Landssjúkrahúsið
Vilt tú vera við til at tryggja, at KT-økið í heilsuverkinum er á hollari grund? Vilt tú vera við til at ávirka hvussu vit seta saman og menna KT-økið frameftir til frama fyri heilsustarvsfólkini og sjúklingin? Her hevur tú møguleikan at gerast partur av einum framfýsnum toymi, sum er saman um at loysa uppgávurnar í gerandisdegnum og í felag finna loysnir uppá komandi avbjóðingar.
Landssjúkrahúsið rekur, umsitur og mennir heilsufakligar skipanir til alt Sjúkrahúsverkið, til kommunulæknar og aðrar stovnar í Heilsuverkinum. Okkara virksemi veksur í hvørjum og fyri framman eru fleiri stórar menningaruppgávur. Eitt nú at talgilda heilsuskipanina Cosmic, sum skal takast í nýtslu á eldraøkinum, umframt at seta upp allar KT-skipanir í nýggja H-bygninginum, sum verður eitt tøkniligt frambrot.
Starvsøki og uppgávur í høvuðsheitum
Fyri at halda støðið og at víðarimenna Heilsunetið og heilsufakligar skipanir, er eitt fulltíðarstarv leyst at søkja. Rakstrartoymið hevur sum uppgávu at tryggja at skipanir koyra optimalt og eru í tryggum kørmum soleiðis, at starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum og aðrastandi hava atgongd til heilsufakligar skipanir alt samdøgrið, alt árið.
Sum partur av rakstrartoyminum á KT deildini kemur tú, í tøttum samstarvi við aðrar deildir og KT veitarar, at vera ein týðandi viðleikari í arbeiðinum at tryggja eitt vælvirkandi og trygt KT kervið. Tú verður við til at umsita og reka sentralar skipanir, íverkseta nýggjar skipanir, umframt at tú eisini verður partur av stutt- og langtíðarverkætlanum. Ein partur av arbeiðinum er eisini at rætta eina hjálpani hond í KT support til okkara mongu brúkarar.
Tú fært ávirkan á hvussu framtíðar KT kervið verður samansett, eins og tú eisini verður við til at umsita og menna skipanir.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- At okkara datasentur, fipur-spleisirúm og X-felt koyra hóskandi, og tryggja at hesi liva upp til politikkir og standardir á økinum
- Íverksetan av DCIM-skipan, sum skal skjalfesta alt tað fysiska infrakervið á Landssjúkrahúsinum
- Umsiting og víðarimenning av yvirvakingar-rakstrarpallinum Solarwinds Orion (herundir modulini IPAM, VMAN, SAM & NPM)
- Prosessoptimering, feilfinning og support
- Hjálpa tínum starvsfelagum at íverkseta, uppseta og umsita standard skipanir, millum annað Vmware og Veeam backup
- Luttaka í change managementog samskifta við KT veitarar um uppstigingar, feilfinning og líknandi
- Luttaka í tekniskum verkætlanum
- Skjalfesting, umframt framleiðsla av vegleiðingum til starvsfólk á KT deildini
- Stuðla Servicedesk og rakstrartoyminum í teirra arbeiði
Førleikar og útbúgving
Tað er týdningarmikið at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni. Somuleiðis er tað umráðandi at tú hevur eina góða heildarfatan av og dagførda vitan um KT-økið, serliga innan servara- og netverkstøkni. Fyrimunur er at hava royndir frá áður nevndu ella líknandi skipanum.
Av tí at talan er um nýtt starv og at uppgávurnar eru nógvar, er ein fyritreyt at tær dámar fjølbroyttar arbeiðsuppgávur og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn.
Vit ímynda okkum at tú hevur útbúgving á bachelor stigi ella líknandi innan KT, ella samsvarandi starvsroyndir; at tú skipar títt arbeiði væl og at tú kanst leiða smærri verkætlanir ella broytingaruppgávur.
Vit bjóða
- Eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum mennandi avbjóðingum
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar, sum fegin læra frá sær
- Tvørfakligt samstarv í øllum Sjúkrahúsverkinum
- Felags innleiðslu og upplæring
Vit stremba áhaldandi eftir, at karmarnir eru góðir til at gera arbeiðið til fulnar. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast. Tú fert at starvast í einum nýhugsandi og framfýsnum KT umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfelagum.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Setanarstaður er Landssjúkrahúsið, og tænastan er í løtuni á KT-deildini. Talan er um fulltíðarstarv.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Annfinn Thomsen, deildarleiðara á KT-deildini, tlf. +298 234590 ella við at skriva til annfinn.thomsen@ls.fo, ella til Inga Mittún, Fíggjar- og KT stjóra á 211800 ella skriva til ingmi@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 03.09.2021.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um stovnin”.