Útgivið
3. februar 2022
Útgongur
21. februar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Endurlýsing Húsavørður til Fuglafjarðar skúla og aðrar kommunalar bygningar

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir einum húsavørði til Fuglafjarðar skúla og aðrar bygningar hjá kommununi at byrja 1. apríl 2022. Talan er um at verða húsavørður í nýggja barnaskúlanum, framhaldsdeildini og partvíst øðrum bygningum hjá kommununi.

Nýggi skúlin verður meir enn ein vanligur skúli, og verður opin frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi; talan verður um ein mentanardepil, ið eisini fer at rúma musikkskúla, kvøldskúla, tónlist, leiki, felagshøll o.a. ÍF-húsið, ið verður brúkt til ítróttar- og felagsvirksemi, er eisini ein partur av virkisøkinum hjá húsavørðinum.

Vit sóknast tí eftir einum dugnaligum og ágrýtnum húsavørði, at halda okkara snotiligu bygningar og útbúna í góðum standi, og at syrgja fyri, at tekniskar skipanir virka.

Starvsinnihald
Sum húsavørður kemur tú at hava ábyrgdina av allari vanligari røkt og viðlíkahaldi av nevndu bygningum hjá kommununi; og verður tú partur av húsavarðartoymi skúlans.

Fuglafjarðar skúli, ítróttarhúsið og eldrasambýlið hava, og koma at hava, nýmótans skipanir so sum ABA-skipan, CTS-stýring til hita og ventilatión, kalli-, ljóð- og hátalaraanlegg og Ascom-alarmkalliskipan. Arbeiðið at viðlíkahalda og hava eftirlit við nevndu tøkniligu skipanum, verður væntandi útveitt til skikkaða fyritøku at røkja: men sum húsavørður kemur tú at verða kommununnar kontaktpersónur til fyritøkuna.

Tú kemur at starvast á einum øki, sum broytist og mennist skjótt tøkniliga, og týdningarmikið er tí, at tú hevur hug og áræði at førleikamenna teg innan tøkniliga økið.

Nógv fólk í øllum aldri hava sína dagligu gongd í Fuglafjarðar skúla, og er tað tí ein treyt, at tú er fyrikomandi, tænastusinnað/ur og væl skipað/ur.
Virksemið verður frá tíðliga á morgni til seint á kvøldið, og verða arbeiðstíðirnar lagdar til rættis eftir tørvi. Roknast má tí við úrtíðararbeiði av og á.

Tú skal eisini vera fúsur at hjálpa til á øðrum stovnum hjá kommununi, um tørvur er á tí, eitt nú í sambandi við fyriskipan av størri tiltøkum.

Førleikakrøv
Tað er ynskiligt, at húsavørðurin lýkur flestu av niðanfyri nevndu krøvum til starvið:

  • Handverkaraútbúgving
  • Góðan tekniskan og/ella tøkniligan sans
  • Gott eyga fyri røkt, nærlagni, framfýsni og fyrikomandi
  • Góð evni at samstarva og at kunna arbeiða sjálvstøðugt.
  • Tað kann verða ein fyrimunur, at hava starvsroyndir í ravmagns- og KT stýringum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú hevur tilvísing til tekniska leiðaran. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF).

Fleiri upplýsingar um starvið

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Pól Adrian Poulsen, tekniska leiðara, á telefon 238093 ella Ann Fuglø, byggifrøðing, á telefon 238012.

Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin, saman við prógvum, CV, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til:

Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður
ella við telduposti til:
info@fuglafjordur.fo

Freistin at søkja starvið
Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. februar 2022 kl. 12:00. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Hjá kommununi arbeiða umleið

120 starvsfólk, harav 12 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, í Støð 5 og Karvatoftir 6.  

Umsitingin er skipað við leiðarum í ávíkavist einari tekniskari deild, mentanardeild, sosialu deild og fíggjardeild. Deildirnar vísa bygnaðarliga til kommunustjóran, ið hevur tilvísing til borgarstjóran, sum hevur tilvísing til býráðið, ið telur 9 limir.  

Tekniska deild er skipað við einari vega- og gartnaradeild. Húsavørðar, sløkkiliðið og Fuglafjarðar havn hoyra bygnaðarliga eisini til teknisku deild.                                                                                                                                                                                                                                                                                         

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið