Útgivið
13. april 2022
Útgongur
25. april 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Endurlýsing: námsfrøðingur til Barnalund í Fuglafirði

Søkt verður eftir:

  • Einum námsfrøðingi til barnagarðsstovu 35 tímar um vikuna at byrja 1. mai 2022 ella eftir
    nærri avtalu. Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk verða sett í
    tíðaravmarkað starv.
  • Eisini verður søkt eftir einum varaleiðara.
    Uppgávan sum varaleiðari er normera til 5 tímar um vikuna. Vit vænta at varaleiðarin:
    • Hevur hug og áræði at taka lut í leiðsluni av stovninum
    • Kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
    • Hevur góð evni at umstilla seg í einum broytiligum umhvørvi
    • Við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum,
      hevur áræði at skapa ein fjølroyttan, litríkan og tryggan gerandisdag

Tað er ein treyt, at varaleiðarin er útbúgvin námsfrøðingur og eisini røkir námsfrøðiligt
arbeiði á eini stovu. Sami umsøkjari kann søkja bæði størvini.

Hvørji eru vit:

  • Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár.
    Stovnurin er skipaður í tvey hús,- við tveimum stovum í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll,
    við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er
    stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar.
    Meira kunning um stovnin og námsætlan finnur tú á: www.fuglafjordur.fo/borgari/born-ogung/dagstovnar/barnalund/

Vit sóknast eftir starvsfólki:

  • ið hevur umsorgan fyri børnunum
  • ið ynskir at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum saman við
    starvsfólkahópinum
  • ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • ið samskiftir týðiligt og leggur dent á gott samstarv
  • ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum. Royndir við Karlstad og tekn
    til talu kann vera ein fyrimunur
  • ið er eldhugað og konstruktivt
  • ið sær møguleikar fram um avmarkingar

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt áhugavert og avbjóðandi starv
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan
  • sparring við aðrar námsfrøðingar í toymi

Setanartreytir:
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita um størvini:
Vilt tú vita meira um stovnin og størvini, kanst tú seta teg í samband leiðaran í Barnalund
Hannu I. Hansen á tlf. 238031.

Umsókn:
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um, skal sendast til:

Fuglafjarðar Kommunu
Í støð 5,
530 Fuglafjørður

ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 25. apríl 2022.

Líknandi størv

Kokkalærlingur til Hilton Garden Inn   Faroe Islands nýtt
12. februar 2026
12. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið