Tórshavnar kommuna
Útgivið
10. marts 2025
Útgongur
21. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heilsu- og umsorganarfyrisitingin søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum deildarleiðara til heilsu- og umsorganardeildina. Deildin skal skipast av nýggjum, og hetta verður millum fyrstu uppgávurnar hjá deildarleiðaranum.

Í Heilsu- og umsorganarfyrisitingini eru, umframt Heilsu og umsorgardeildin, tríggjar eindir við hvør sínum eindarleiðara, har tvær eru røktareindir, og triðja eindin er Heilsuhúsið. Deildarleiðarin fyri Heilsu- og umsorganardeildina vísur til heilsu- og umsorganarstjóran eins og teir tríggir eindarleiðararnir og stjórin fyri barnatannrøktina gera. Deildin er staðsett í posthúsbygninginum yvirav Snarskivuni.

Deildin fevnir um breitt arbeiðsøki og virkar eisini sum stápur hjá stjóranum, eldraøkinum og barnatannrøktini.

Arbeiðsuppgávurnar á deildini fevna um alt heilsuøkið, sum kommuna umsitur, herundir eisini ávísar skyldur mótvegis kommunulæknum og Gigni.

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144533

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið