Sernám
Útgivið
11. juli 2024
Útgongur
9. august 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Søkt verður eftir einum fysio- ella ergoterapeuti fulla tíð at byrja 1. september 2024 ella skjótast eftir tað.

Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið.

Høvuðsuppgávan í starvinum eru:

  • At gera sansa- og rørsluligar eygleiðingar og kanningar av børnum
  • Ein uppgáva er í mun til børn, sum hava álvarsligar kropsligar avbjóðingar
  • At veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk á dagstovnum og skúlum, til foreldur og tey, ið annars eru um børnini. Í stóran mun er talan um børn undir skúlaaldur, har arbeitt við átøkum í tøkum tíma (tidlig indsats).
  • At samstarva tvørfakliga innanhýsis og uttanhýsis

Arbeiðsøkið er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjari:

  • Er við at menna sernámsfrøðiliga virksemið á dagstovnum og í skúlum, m.a. við at deila fakliga vitan
  • Er við í tvørfakligum samstarvi, innanhýsis og uttanhýsis
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
  • Dugir at skapa álit
  • Dugir at samstarva við skiftandi fakbólkar
  • Hevur áhuga fyri avbjóðingum, er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
  • Dugir at orða seg í skrift og talu

Vit bjóða:

  • Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
  • Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í Sernámi
  • Fakligt samstarv við ergoterapeut í Sernámi
  • Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

Førleikakrøv:
Útbúgving sum fysioterapeutur ella ergoterapeutur. Fyrimun hava umsøkjarar við eftirútbúgving ella royndum innan barna- og ungdómsøkið.

Setanartreytir til starvið:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.

Tann, ið sett/ur verður, skal játta, at barnaváttan verður umbiðin. Fyri at verða sett/ur í starv, skal umsøkjarin hava reina barnaváttan.

Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. august 2024 og skulu sendast til:

Sernám
Bókbindaragøta 8
FO-100 Tórshavn
ella sum teldubræv til starv@sernam.fo

Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.

Tann, sum settur verður, má verða sinnaður at luttaka virkin í at menna Sernám sum stovn umframt at tola broytingar í starvinum.

Líknandi størv

Klinikkassistentur / hjálparfólk   Faroe Islands nýtt
13. september 2025
10. september 2025
9. september 2025
Starvsfólk til Rumbul í Runavík   Faroe Islands nýtt
9. september 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið