Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
1. september 2023
Útgongur
22. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir
Fysioterapeuti til Fysio- og ergoterapieindina, Ven og Virka.

Talan er um fast starv á starvsbrøki 1,0 frá 1. oktober 2023 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri lægri starvsbrøki.

Ábyrgdarøkið hjá tær verður at virka í einum tvørfakligum toymi, hvørs uppgáva er:

  • At kanna, greina og meta um virkisførleikar og í mun til hetta at seta átøk í verk til eldri borgarar.
  • At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
  • At veita endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing til eldri borgarar.
  • At veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.
  • At undirvísa og vegleiða starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.

Arbeiðið hjá fysioterapeutunum fer fram í venjingarhølinum - Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum fysioterapeutur.

Vit kunnu bjóða tær eitt framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum – í samstarvi tvørtur um fak og geirar – leggur dent á venjing og rehabilitering og stuðlar undir, at eldri borgarar megna gerandisdagin og kunna búleikast heima sum longst.

Ven og Virka hevur góðar karmar og fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av støðugu menningini av tilboðum og tænastum.

Vit vænta tí, at tú hevur góð evni at samskifta, evni til sjálvstøðugt at samskipa arbeiðið, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. At tú ert fleksibul og virkisfús/ur í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til framhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.

Visjónsorðingin hjá NBH sæst á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og Fysioterapeutfelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Hedevig Matras, deildarleiðara, á tel. +298 793460 ella við telduposti til hedevigm@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av autorisatión, prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 22. september 2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið