Tórshavnar kommuna
Útgivið
28. august 2024
Útgongur
9. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum stovnsleiðara til Dagstovnin við Løgmannabreyt at byrja skjótast gjørligt. Á stovninum eru 2 vøggustovur og 2 barnagarðsstovur. Haraftrat 18 dugnalig starvsfólk sum dagliga arbeiða fyri at skapa góðar námsfrøðiligar karmar um tey 64 børnini, ið eru knýtt at stovninum.

Stovnurin liggur væl fyri í náttúruvøkrum umhvørvi við Løgmannabreyt við stórum og hugkveikjandi garði, har børnini hava góðar umstøður at spæla og royna seg. Børnini fara javnan túrar í nærumhvørvinum og vitja støð sum Viðarlundina, Boðanes og Grasagarð, har tey uppliva frísku náttúruna og skapa góðar upplivingar saman.

Á Dagstovninum við Løgmannabreyt verður dentur lagdur á at geva børnunum góðar umstøður at spæla. Tað er ígjøgnum spæli, at børnini læra um seg sjálvan, onnur og sítt umhvørvið. Relatiónsarbeiði er berandi í øllum námsfrøðiliga virksemi á stovninum, og í hesum sambandi er barnaáskoðanin at møta tí einstaka barninum, har tað er.

Vit ímynda okkum ein leiðara, sum tekur ábyrgd og hevur hugsjónir í mun til leiðslu og námsfrøði. Sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðiliga  ænastan er í miðdeplinum. Einum leiðara sum ynskir støðuga menning í egnum starvi, fyri starvsfólkini og fyri námsfrøðiliga virksemi. Leiðarastarvið inniber bæði sjálvstøðugt arbeiði og samstarv, har tú fært avbjóðingar og møguleikar at mennast. Harumframt er ein partur av leiðarastarvinum at fyrisita og at umsita fíggjarviðurskiftini hjá stovninum.

Sum stovnsleiðari kemur tú at arbeiða í einum bygnaði, har dagstovnaøkið er skipað í fýra eindir. Hetta hevur við sær, at tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við eindarleiðaran og aðrar stovnsleiðarar. Samstarvið hevur týdning fyri at skapa samanhang í mun til námsfrøðiligu dygdina, tænastuna og at dagstovnaøkið arbeiðir fram ímóti eini felags kós.

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144395

Líknandi størv

16. september 2024
Skrivstovustarv   Faroe Islands nýtt
13. september 2024
Starvsfólk við royndum   Faroe Islands nýtt
13. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið