Heilsufrøðiliga starvsstovan
Útgivið
6. september 2022
Útgongur
21. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
hfs@hfs.fo

Lýsing

Vit søkja eftir einum løgfrøðingi til fast starv at seta skjótast til ber ella eftir avtalu.

Arbeiðsuppgávur

  • Løgfrøðiliga fyrisiting og fyrireika mál til støðutakan eftir galdandi lóggávu um djórasjúkur og djóravælferð umframt kunngerðum ið hava heimild í hesum lógum
    • Talan er um alivinnu sum heild og djórahald á landi
  • At ráðgeva og vegleiða í mun til løgfrøðilig ivamál á deildini
  • Ummæla kærur og annað løgfrøðiligt arbeiði í hesum sambandi

Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast við tíðini, m.a. kann roknast við at hjálpa til við umsiting av aliloyvum.

Krøv til útbúgving og aðrar viðkomandi førleikar

  • jur.
  • Góð evni at greina fløktar løgfrøðiliga spurningar
  • Góðan kunnleika í føroyskum máli, bæði í skrift og talu, er krav
  • Góðan telduførleika. Fyrimunur er at hava royndir við journalskipanum
  • Koyrikort til bil

og at tú:

  • ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur
  • hevur áhuga fyri fyrisitingarrætti
  • kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt samstundis sum tú kanst samstarva og samskifta við onnur

Viðkomandi arbeiðsroyndir er ein fyrimunur men ikki eitt krav

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv har týdningarmiklar avgerðir verða tiknar
  • Møguleikar fyri fakligari menning
  • Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á góðan trivnað

Lønar og setanartreytir
Starvið er fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er á Smyrilsvegi 7, 2 hædd í Tórshavn.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsóknir til starvið skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti til hfs@hfs.fo.
Viðheft grundgivna umsókn, lívsrensl, avrit av prógvi, viðmæli og minst eina tilvísing.

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin hin 21. septembur 2022 kl. 12.00.

Meira fæst at vita við at venda sær til Sarah Vallin, embætisdjóralækna og deildarleiðara ella Hildigunn Ellingsgaard løgfrøðing, tlf. 55 64 00 ella t-post til hfs@hfs.fo.

 

Um stovnin
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar-, djóralækna- og alilógina og rekur kanningarstovu í hesum sambandi.

Høvuðsuppgávurnar hjá Veterinerdeildini eru at tryggja góða djóraheilsu og djóravælferð. Á Veterinerdeildini eru 9 starvsfólk d.d.

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið