Bakkafrost
Lýsing
Vit hava tvey leys størv í okkara maskintoymi á smoltststøðini á Strond. Talan er um spennandi starv við arbeiðsskipan, har ið frívika er fastur partur av rullinum.
Arbeiðsøki
Tú kemur at starvast í einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt at seta út í sjógvalingina hjá Bakkafrost. Tú fært góða upplæring í starvinum og kemur millum annað at røkja fylgjandi uppgávur:
- Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar og líknandi
- Arbeiða við Luft, Oxygen og UV-skipan
- Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)
- Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði
- Røkt av fiski
- Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
- Røkja aðrar uppgávur á smoltstøðini
Tú fert at fáast við alt vanligt maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, viðlíkahald og umvæling.