Lýsing
Heldur tú tað ljóðar spennandi at hava dagliga raksturin av tyrvimóttøkuni og reinsiverkinum um hendi vegna alt Føroya land? Og ert tú útbúgvin maskinistur ella handverkari, so er hetta starvið nakað fyri teg.
IRF søkir ábyrgdarfult og tænastusinnað starvsfólk til tyrvimóttøkuna og reinsiverkið í Nýggjheiðum oman fyri Kvívík. Nógv er um at fara, og tískil søkir IRF eftir einum starvsfólki til dagliga raksturin.
Um Nýggjheiðar
Í Nýggjheiðum verður tikið ímóti øllum tyrviburturkasti og allari rottangaevju í Føroyum, soleiðis at alt er savnað á einum stað. Tyrvimóttøkan og reinsiverkið í Nýggjheiðum er eitt samstarv millum IRF og Tórshavnar kommunu, men verður rikið av IRF. Plássið hevur eina høll við fýra brunnum á 500 m3 at savna saman tyrviburturkast, eitt framkomið PLC-stýrt reinsiverk til rottangaevju, starvsfólkarúm, bilhús til rottangabilar og tyrvingarpláss. Tyrvimóttøkan og reinsiverkið í Nýggjheiðum er frá 2023 og er eitt nýbrot í føroyskari søgu. Eins og alt virksemið hjá IRF eru Nýggjheiðar altjóða ISO 14001:2015 góðkent. Virksemið her er harumframt – eins og alt annað virksemi hjá IRF – ISO góðkent sambært ST heimsmálum.
Arbeiðsuppgávur
- Dagligur rakstur av tyrvingarmóttøkuni og reinsiverkinum
- Móttøka og skráseting av innkomnum nøgdum
- Viðlíkahald og røkt av útgerð og hølum
- Annað fyrifallandi arbeiði
Vit vænta, at tú
- hevur útbúgving sum maskinistur ella handverkari
- hevur koyrikort
- ert røkin og arbeiðir skipað
- kanst arbeiða sjálvstøðugt
- ert tænastusinnað/ur og dugur at samskifta á føroyskum ella norðurlendskum
- ert før/ur fyri at seta teg inn í nýggjar telduskipanir
Vit bjóða
Vit bjóða tær viðkomandi skeið, so sum trukkskeið og onnur skeið innan trygd og arbeiðsumhvørvi. Tú verður partur av eini stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, harav trý starvast í Nýggjheiðum umframt fýra bilførarar, sum koyra út frá staðnum. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, og eru tað nógv av okkara starvsfólkum, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár.
Løn- og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv í dagtímunum umframt telefonvakt. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og viðkomandi avvarðandi fakfelag. Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum skjótast gjørligt.
Umsókn
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Hans Andrias Didriksen, leiðara, á tlf. 234238 ella Andrias Joensen, tekniskur leiðari, á tlf. 234214.
Umsóknarfreistin er 15. oktober 2025. Søk starvið umvegis leinkið her: Maskinistur ella handverkari til IRF í Kvívík.
Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar. Í fjør tók IRF ímóti og viðgjørdu 36.000 tons av burturkasti og 10.000 tons av tyrviburturkasti.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.