Sjóvar Kommuna
Útgivið
21. august 2025
Útgongur
22. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir námsfrøðiligum ráðgeva til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum at byrja 15. oktober ella eftir nærri avtalu.

Uppgávurnar hjá námsfrøðiliga ráðgevanum eru m.a.:

  • at ráðgeva starvsfólkum og foreldrum í námsfrøðiligum spurningum
  • at gera námsfrøðiligar eygleiðingar av børnunum
  • at gera menningarætlanir
  • at menna TÍTT sum amboð á stovninum
  • í samstarvi við stovnsleiðsluni at menna námsfrøðiliga tilboðið á stovninum

Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Starvsetanin verður sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag, og er lønt á lønarstigi 19-26.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigrid Olsen, virkandi dagstovnaleiðara, á tlf. 232757.

Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo

Sambært løgtingslóg um barnaváttanir §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. september 2025, kl. 12:00, og verður at senda til: litliflottur@sjovar.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið