Tórshavnar Kommuna
Útgivið
4. oktober 2023
Útgongur
3. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

– fótbóltsvøllir og ítróttabreytir

Stovnurin Ítróttaanlegg hevur um hendi allar ítróttahallir, fótbóltsvøllir og ítróttabreytir í kommununi.

Søkt verður eftir rakstrarleiðara til tann partin av virkseminum, sum fevnir um fótbóltsvøllir og ítróttabreytir.

Talan er um nýtt starv, sum verður myndað í felag við stovnsleiðaranum fyri Ítróttaannlegg. Saman við leiðaranum fyri Ítróttaanlegg hevur rakstrarleiðarin ábyrgd av røkt og viðlíkahaldi av vøllunum og breytunum; eisini er økið kring ítróttarøkið partur av uppgávuni.

Tú kemur at hava ávirkan á dagliga og framtíðar viðlíkahaldið og útbyggingina av økinum.

Á økinum starvast umframt rakstrarleiðaran tvey starvsfólk.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um at:

  • leggja til rættis arbeiðið og raðfesta uppgávur
  • hava tætt samstarv og samskifti við ítróttafeløgini og viðkomandi sersambond
  • samskipa størri umvælingar og viðlíkahald í samstarvi við leiðaran
  • hava eftirlit við tekniskari útgerð s.s. maskinur v.m.
  • gera ymiskar smærri handverkarauppgávur
  • bíleggja vørur og samskifta við heilsølur og veitarar
  • standa fyri rakstri og viðlíkahaldi av bygningum, sum eru knýtt at úti-økjunum
  • skipa kavarudding av ábyrgdarøkinum

 

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið