Lýsing
Ert tú journalistur ella samskiftisfólk og dugir tú væl at miðla tilfar, arbeiða á nýggju miðlapallunum og at taka myndir, so ert tú kanska okkara nýggja samskiftisfólk.
Høvuðsuppgávan er at skriva tíðindi til heimasíðuna og innannetið hjá Tórshavnar kommunu og at skriva røður og seta upp framløgur við modernaðum amboðum. Somuleiðis kanst tú vænta, at tú skalt loysa ítøkiligar samskiftisuppgávur í sambandi við ymiskar verkætlanir í kommununi. Myndatøka í sambandi við tiltøk hjá kommununi er eisini ein partur av starvinum.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144559