Lýsing
Endurlýsing: Sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari og heilsuhjálpari til Skálagarð í Klaksvík
Um størvini
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara og/ella heilsuhjálpara sum hava áhuga fyri at arbeiða við menniskjum, sum hava seinheilaskaða. Talan er um 2 fulltíðarstørv at byrja 01.06.2023 ella eftir nærri avtalu.
Somuleiðis verður søkt eftir fólki at avloysa í sambandi við feriu, sjúku, avspáking og annað.
Arbeitt verður í tvey- og trískiftisvaktum umframt samdøgursvaktum, har tú kanst vænta vikuskiftisvaktir 3. hvørt vikuskifti. Møguleiki verður at gera avtalu um lægri arbeiðsbrøk.
Uppgávur
Skálagarður er nýggjur depil fyri fólk við seinheilaskaða í aldrinum 18-67 ár. Hugtakið seinheilaskaði verður nýtt, tá heilaskaðin ikki er viðføddur, men íkomin seinni í lívinum.
Sum heilsustarvsfólk á Skálagarði kemur tú at arbeiða við endurmennandi heilsurøkt til borgarar við seinheilaskaða í einum tvørfakligum samstarvi. Í gerandisdegnum verður ar virðiligt og sjálvbjargið lív sum til ber.
Heilsurøktin umfatar medisinska viðgerð, fyribyrgjandi og heilsufremjandi røkt og umsorgan við eginumsorgan fyri eyga. Endurmenningin hevur til endamáls at hjálpa borgaranum at endurvinna ella viðlíkahalda tað kognitiva, likamliga, sálarliga og sosiala funktiónsstøðið.
Í arbeiðnum verður dentur lagdur á sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka, menning og viðlíkahald av førleikum.
Um tú vilt gera mun fyri borgarar við seinheilaskaða við at arbeiða heilsufremjandi og menna neuroheilsurøktina í Føroyum, so er hetta júst nakað fyri teg.